- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skeljungur og Magn eiga at rinda endurgjald
Íslendska oljufelagið Skeljungur, føroyska dótturfelagið Magn og Hendrik Egholm, sum var stjóri í Skeljungi og Magni, eiga at gjalda norska felagnum Marine Supply endurgjald.
Enn er einki krónugjald sett á endurgjaldið. Dómurin er bara um endurgjaldsskylduna.
Tað hevur rætturin í Tromsø avgjørt.
Men Skeljungur hevur longu skotið dómin inn fyri hægri rætt.
Virkisloyndarmál
Marine Supply stevndi Skeljungi, tí felagið í 2018 á ólógligan hátt skuldi havt útvegað sær virkisloyndarmál við tí fyri eyga at kappast við Marine Supply.
Eitt starvsfólk hjá Marine Supply læt, sambært stevningini, Skeljungi og Magni upplýsingarnar.
Upplýsingarnar skuldu nýtast til at fáa hendur á einum parti av Marine Supply - tí partinum, sum seldi skipum olju - uttan at gjalda fyri hann.
Samráðingar vóru millum Marine Supply og Skeljung og Magn um samstarv í 2018.
Kom undan kavi í 2019
Málið kom undan kavi á jólum 2019, tá Claes Ture Moberg, ein lykilmaður hjá Marine Supply, lá fyri deyðanum.
Moberg doyði 29.desember 2019.
Í teldu hansara fann Marine Supply nágreiniligar upplýsingar um samskifti millum Moberg og Tore Andre Gutteberg, sum tá eisini arbeiddi hjá Marine Supply, um, at teir saman við Skeljungi og Magni skuldu kappast við Marine Supply.
Sambært Skeljungi hevur málið onga ávirkan á ætlanina um at selja Magn.