Nýggj tannlæknastova til barnatannrøktina í Havn

Nýggj tannlæknastova til barnatannrøktina í Havn
Tannlæknastjórin mælir til at byggja millum Musikkskúlan og skúlan á Fløtum
Málið um nýggja barnatannlæknastovu í Havn er gamalt. Tað byrjaði í 2007.
 
25.11.2021 - 09:33

Eitt nýtt hús til barnatannrøktina í Havn skal byggjast í staðin fyri høvuðstannlæknastovuna í Tórsgøtu, sum ikki longur lýkur krøvini.

Barnatannrøktin í Tórshavnar kommunu umfatar 6.300 børn og ung.

Eingin avgerð er tikin um, hvar nýggja tannlæknastovan skal vera, men tannlæknastjórin mælir til at byggja millum Musikkskúlan og skúlan á Fløtum. 

Ein millión aftrat næsta ár

Í fíggjarætlanini fyri næsta ár er ein millión til tannlæknastovuna. Og ein millión er í fíggjarætlanini í ár.

Á fundinum í kvøld skal býráðið taka støðu til fyrstu stigini, sum skulu takast til at fyrireika byggingina.

Málið er ikki nýtt í býráðnum. Tað byrjaði har í 2007.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109