Kærustovnurin verður umskipaður til ein sjálvstøðugan stovn

Kærustovnurin verður umskipaður til ein sjálvstøðugan stovn
Kærustovnurin verður sjálvstøðugur stovnur, sum viðger og tekur avgerðir um kærur, tó við møguleika fyri at knýta fólk við serkunnleika at kærumálum, har tørvur er á tí
Løgtingið hevur samtykt at umskipa Kærustovnin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.11.2021 - 07:04

Løgtingið hevur samtykt at umskipa Kærustovnin. 

Farið verður frá, at allar kærur skulu leggjast fyri nevndir. 

Í staðin verður Kærustovnurin sjálvstøðugur stovnur, sum viðger og tekur avgerðir um kærur, tó við møguleika fyri at knýta fólk við serkunnleika at kærumálum, har tørvur er á tí.

 

Tríggir løgfrøðingar í hvørjari avgerð

Í dag virkar Kærustovnurin, sum kom í 1998, sum fyrisiting og skrivstova hjá tólv kærunevndum. 

Hesar nevndirnar verða lagdar niður næstu tvey árini.

Meginreglan er, at tríggir løgfrøðingar vera við í hvørjari avgerð. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772