Nýggj stjórn skipað í Týsklandi

Nýggj stjórn skipað í Týsklandi
Olaf Scholz úr SPD verður nýggjur samveldiskanslari, og verður væntandi valdur fyrst í desember
Tríggir flokkar mynda nýggju stjórnina í Týsklandi, SPD, Tey grønu og Fríu demokratarnir.
Mynd: RitzauScanpix  
 
24.11.2021 - 15:08

Tveir mánaðir eftir týska valið er nýggj stjórn nú loksins skipað í Týsklandi við sosialdemokratinum, Olafi Sholz, sum samveldiskanslara. 

Hann tekur við eftir Angelu Merkel.

Nýggja stjórnin varð kunngjørd fyri løtu síðani.

Teir tríggir flokkarnir í stjórini eru sosialdemokratiski flokkurin, SPD, Tey Grønu og Fríu demokratarnir.

Men áðrenn stjórnin fer til verka, skal stjórnaravtalan góðkennast í baklandinum hjá teimum trimum flokkunum.

Valdur fyrst í desember

Síðani verður Olaf Sholz væntandi valdur til nýggjan samveldiskanslara í týska parlamentinum, Bundestag, og tað verður fyrst í desember.

Í stjórnaravtaluni stendur í smálutum, hvørja kós teir tríggir flokkarnir seta fyri Týsklandi.

Stjórnin fer av álvara at seta ferð á grøna orkuskiftið, m.a. við at gevast at brúka kol longu fyri 2030. 

Eisini skal almenni geirin talgildast, minstalønin skal hækka, og hassj skal gerast lógligt í Týsklandi.


Olaf Scholz verður nýggjur samveldiskanslari í Týsklandi. (Mynd:RitzauScanpix)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878