Søkja eftir tekniskum stjóra

Søkja eftir tekniskum stjóra
Freistin at søkja starvið sum tekniskur stjóri í Klaksvíkar kommunu er til á middegi 6. desember, og starvið er áramálssett
Klaksvíkar kommuna skal hava nýggjan tekniskan stjóra.
 
23.11.2021 - 08:23

Klaksvíkar kommuna søkir nú eftir tekniskum stjóra.

Samstarvið millum Klaksvíkar kommunu og tekniska stjóran hjá kommununi tá, Óla Jákup Bech, endaði 1. september. 

Kommunustjórin, Rúni Rasmussen, hevur verið virkandi tekniskur stjóri síðani tá.

Óla Jákup Bech var tekniskur stjóri í fýra ár. Hann var ársmálssettur í fimm ár.

Men setanin varð í summar longd í trý ár. Stutt eftir tað endaði tó samstarvið millum partarnar.

Freistin at søkja starvið sum tekniskur stjóri í Klaksvíkar kommunu er til á middegi 6. desember.

Men starvið verður ikki sett fyrr enn 1. februar næsta ár.

Starvið er áramálssett í fimm ár.
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946