H71 skal til Serbia

H71 skal til Serbia
ZRK Naisa Nis eitur mótstøðuliðið hjá H71 kvinnunum, tá tær skulu spæla áttandapartsfinalur í EHF Europa Cup-kappingini í januar
Maria Hallsdóttir Weyhe og hinar í H71 fáa eina trupula uppgávu í móti ZRK Naisa Nis úr Serbia
Mynd: Jan Sørensen  
 
23.11.2021 - 11:22

H71-kvinnurnar skal spæla móti serbiska liðnum ZRK Naisa Nis í áttandapartsfinaluni í EHF-kappingini. 

Lutakastið var fyrrapartin. 

H71 væntar sær ein harðan dyst. Á heimasíðuni skrivar felagið:

"Uttan iva man tað vera harðasta mótstøðan higartil í EHF Europa Cup-kappingini, ið bíðar H71 í áttandapartsfinaluni, tí serbiska mótstøðuliðið kann væntast at vera eitt stig sterkari enn Spono Eagles og sjálvandi fleiri stig sterkari enn WHC Cair."

H71 lutakast

Frítekst tagging: 

Í løtuni liggur ZRK Naisa Nis á einum fjórða plássi í serbisku kappingini, sum telist millum tær frægu í Evropa. 

H71 skrivar á heimasíðuni, at felagið fer at royna enn einaferð at fáa báðar dystirnar spældar í Føroyum. 

Annars eigur ZRK Naisa Nis heimadyst 8. ella 9. januar, og H71 eigur heimadyst 15. ella 16. januar.

H71 kvinnur

Frítekst tagging: 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. mars
Vikuskiftið 14. februar 2025
189224
Fríggjadag 14. mars
RagnarRokk: Simon Michael um Post Mortem
189180
Fríggjadag 14. mars
Breddin: Grønlendsk valbumba
189178
Fríggjadag 14. mars
Morgunlestur fríggjadagur 14. mars 2025
188901
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087