- Tíðindi, mentan og ítróttur
Innsavningin gav 2,9 milliónir
Innsavningin gav 2,9 milliónir
Blusan hjá Klæminti A. Olsen varð seld á uppboði fyri 30.000 kr.
22.11.2021 - 09:18
Reyði Krossur Føroya fekk góðar 2,9 mió. krónur í landsinnsavningini í gjárkvøldið.
Innsavningin var skipað sum sjónvarpssending á Rás1. Sjónvarpsstovan var í Løkshøll í Runavík, og fyritøkur og einstaklingar kundu lata pening.
M.a. var blusan hjá landsliðleikaranum, Klæminti A. Olsen, seld á uppboði. Hon fór fyri 30.000 krónur.
Peningurin frá innsavningini fer at hjálpa neyðstøddum úti í heimi og í Føroyum, skrivar Reyði Krossur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV