Tvøroyrar kommuna brúkar framkomna tøkni móti rottum

Tvøroyrar kommuna brúkar framkomna tøkni móti rottum
Tvøroyrar kommuna hevur fingið 28 fráboðanir frá borgarum um rottu higartil í ár
Savnsmynd
 
19.11.2021 - 08:49

Tvøroyrar kommuna fer nú í herna móti rottunum í kommununi við framkomnari útgerð. 

Tvøroyrar kommuna hevur gjørt avtalu við fyritøkuna Arctic Systems, ið hevur ment og framleitt eina skipan, sum við hjálp frá sensorum og tilgjørdum viti, tryggjar eina munagóða rottutýning.

Í staðin fyri at spjaða rottueitur í náttúruna, so er hugskotið at nýta heilt vanligar klappfellur.

Rune Barslund, stjóri, Arctic Systems, og Linn Augustinussen, tekniskur leiðari, Tvøroyrar kommuna

 

226 fellur

Kommunan hevur í løtuni 226 slíkar klappfellur kring um í sóknini, men avbjóðingin er at hava dagligt eftirlit við so nógvum klappfellum.

Her kemur RATMO-tólið til hjálpar, sum tá ið hon er viðheft í eina klappfellu, sjálvvirkandi sendir boð aftur til eina telduskipan, tá fellan er klamsað í.

Skipanin sigur frá, um eitt livandi skaðadjór situr í felluni, ella um skaðadjórið er dripið beinanvegin. 

Starvsfólkið við ábyrgd fyri rottutýning hevur eina app á telefonini, sum gevur sjálvvirkandi boð um, hvar og nær eitt skaðadjór er komið í felluna.

Samstundis verða dátur innsavnaðar, so sum tíð á degnum og hitastig, tá ið fellan gerst virkin. 

Tað skrivar Tvøroyrar kommuna á sínari heimasíðu. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878