- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tjóðbankin: Privati geirin væl bjálvaður
Danski tjóðbankin hevur í dag givið út sína árligu frágreiðing um føroyska búskapin.
Høvuðspunktini eru, at tað er stórur tørvur á arbeiðsmegi, tí arbeiðsloysi er sera lítið og vinnutíttleikin høgur,
- at húsarhald og virki eru væl bjálvað, tí privati geirin hevur bjálvað seg væl í uppgongutíðunum, og tí eru mótstøðufør móti stoytum í búskapinum
- og at tað er tørvur á langskygdum ætlanum í almenna geiranum.
Suðuroyartunnilin fer at kosta 27 prosent
Tjóðbankin vísir eisini á, at íløgur í vælferð og undirstøðukervi mugu gerast við atliti at fíggjarstøðuni og skuld, og bankin sigur, at hetta má havast í huga, nú tosað verður um at gera tunnil til Suðuroyar, sum tjóðbankin sigur væntandi fer at kosta 27 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni.
Sambært tjóðbankanum minkaði bruttotjóðarúrtøkan í Føroyum 2,4 prosent av koronufarsóttini, tá virksemið brádliga minkaði.
Bruttotjóðarúrtøkan í Føroyum í fjør var 384.000 krónur fyri hvønn. íbúgva. Til samanberingar var bruttotjóðarúrtøkan 400.000 kr fyri hvønn íbúgva í Danmark í fjør