- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mæla til tveir tímar í týskum í sjeynda flokki
Næmingar fáa tveir tímar í týskum í 7. flokki, stendur tað til arbeiðsbólkin, sum hevur gjørt tilmæli um fremmandamál í skúlaverkinum.
Tað skrivar Skúlablaðið.
Fólkaskúlanæmingar læra í dag danskt í 3. flokki og enskt í 4. flokki.
Sambært paragraf §5. stk. 4 í fólkaskúlalógini skal týskt (ella annað fremmandamál) standa næmingunum í boði í 8. og 9. flokki.
Gongur ov long tíð
Grundgevingin at flyta týskt niður í 7. flokk, er, at arbeiðsbólkurin metir, at ov long tíð gongur, til næmingar hava møguleika at læra tað triðja fremmanda málið.
Tímatalvan í fólkaskúlanum er nóg full, og tí er ætlanin ikki at økja um tímatalið, men at flyta tímar í skipanini, sigur arbeiðsbólkurin.
Tað var í januar í ár, at landsstýrismaðurin í skúlamálum setti ein arbeiðsbólk at gera uppskot um ítøkiligar tillagingar í fólkaskúlanum og á miðnámi, sum hava til endamáls at styrkja støðuna hjá fremmandamálum í føroyska skúlaverkinum.