- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bilar stoyttu saman í Norðoyatunlinum
Bilar stoyttu saman í Norðoyatunlinum
Tunnilin er stongdur, men ógreitt er, nær hann letur uppaftur
18.11.2021 - 16:08
Stutt eftir klokkan trý seinnapartin var eitt ferðsluóhapp í Norðoyartunlinum, nærindis munnanum klaksvíksmegin.
Tveir mótkoyrandi persónbilar stoyttu saman. Sjúkrabilur varð sendur á staðið, men tað løgreglan veit, hevur eingin fingið skaða.
Løgreglan stongdi tunnilin beinanvegin. Aðrir bilar, sum vóru í tunlinum, vórðu fingnir út.
Tunnilin verður latin upp aftur, tá ið vegurin er ruddaður, men fyri løtu síðani visti løgreglan ikki, nær tað verður.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV