- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uttanhýsis ráðgevi kann ikki vera dátuverndarfólk
Ein uttanhýsis ráðgevi, sum er dátuviðgeri fyri ein stovn, kann samstundis ikki vera dátuverndarfólk fyri stovnin.
Tað boðar Dáturáðið frá.
Dáturáðið metir, at áhugamálsstríð kann standast ímillum uppgávuna sum dátuverndarfólk og starvið hjá fyritøkuni, sum veitir KT-skipan, ið viðger persónupplýsingar.
Hetta kann t.d. vera, um dátuverndarfólkið skal ráðgeva um broytingar í KT-skipanini, um útskifting av KT-skipan, um at skifta veitara ella annað viðkomandi.
Í hesum førum skal dátuverndarfólkið veita ráðgeving um møguligar neyðugar broytingar í skipanini, samstundis sum viðkomandi arbeiðir fyri fyritøkuna, sum skal gera broytingarnar, og sum fær fíggjarligan ágóða av hesum.
Sambært dátuverndarlógini kunnu dátuverndarfólk hava aðrar uppgávur og skyldur. Dátuábyrgdarin skal tó tryggja, at slíkar uppgávur og skyldur ikki hava við sær áhugamálsstríð.
Niðurstøðan er, at tað er í stríð við dátuverndarlógina at tilnevna starvsfólk hjá dátuviðgera - í teimum førum fyritøkan veitir skipanir o.tíl., sum viðgera persónupplýsingar - sum dátuverndarfólk.