Makrelurin størsta útflutningsvøran

Makrelurin størsta útflutningsvøran
Higartil í ár eru útflutt 79.700 tons av makreli
Makrelur er størsta einstaka útflutningsvøran í ár, vísa tøl hjá Hagstovuni.
 
17.11.2021 - 09:05

Meginparturin av fiskaútflutninginum higartil í ár er makrelur.

Sambært nýggjastu uppgerðini av fiskavøruútflutningi hjá Hagstovuni, eru 79.675 tons av makreli útflutt. Vøksturin er tvey prosent samanborið við í fjør.

Næststørsta nøgdin er laksur.

Higartil eru útflutt góð 56.000 tons av laksi í ár. Hetta er munandi meira enn í fjør, góð 14.000 tons, ella 33 prosent meira.

Minni av slógvi og fiskaúrdrátti

Hinvegin er nøgdin av slógvi og fiskaúrdráttum minkað 35 prosent, niður í umleið 52.000 tons.

Toskaútflutningurin er minkaður 13 prosent, útflutningurin av svartkalva er minkaður 12 prosent og av upsa 10 prosent. Útflutningurin av hýsu er vaksin fimm prosent.,

Samlaða nøgdin er vaksin eitt prosent, svarandi til 3.500 tons.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. februar
Morgunlestur týsdagur 4.februar 2025
186653
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109