- Tíðindi, mentan og ítróttur
Magnus Heinason eitur nú Mito
Magnus Heinason eitur nú Mito
Gamla havrannsóknarskipið skal umbyggjast til at sigla við ferðafólki í Adriahavinum
Mynd: Havstovan
17.11.2021 - 13:41
Gamla havrannsóknarskipið, Magnus Heinason, sum er seldur til Kroatia, eitur nú Mito, og hann fór úr Føroyum í morgun, skrivar Havstovan.
Eitt felag í Kroatia hevur keypt Magnus Heinason fyri 1,1 milliónir krónur. Hann skal umbyggjast í Kroatia at sigla dagstúrar við ferðafólki í Adriahavinum.
Í síðstu viku fingu nýggju eigararnir frálæru, hvussu tólini umborð verða brúkt, og í morgun legði Mito fyri síðstu ferð frá landi í Føroyum við kós móti Split í Kroatia.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV