- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin: Jenis av Rana um koronukoppseting og sóttarhald
Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum og landsstýrismaður í uttanríkismálum, hevur verið ímóti pørtum av koronutiltøkunum hjá landsstýrinum, og hann hevur eisini sátt iva um koppsetingina.
Fríggjadagin skrivaði Dimmalætting, at hann eisini hevur brotið sóttarhaldsreglurnar hjá myndugleikunum.
Jenis av Rana er gestur á Breddanum í dag.
Fíggjarlógin sveinastykkið
Uppskotið til fíggjarlóg fyri 2022 er at meta sum sveinastykkið hjá Erhardi Joensen sum formanni fyri týdningarmiklastu nevndina í løgtinginum.
Samstundis eftirlýsir fíggjarnevndarformaðurin breiðar semjur - hann vil burtur frá blokkpolitikkinum. Vit spyrja fíggjarnevndarformannin, hvussu hann ætlar at røkka breiðu semjunum.
Breddin í útvarpinum klokkan 10.