- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hildið verður fram við byggiætlanini
Hildið verður fram við byggiætlanini
Nú manglar bara endaliga loyvið úr Mentamálaráðnum at byggja nýggja kirkju á Argjum
Mynd: Mynd av Facebook-vanga
15.11.2021 - 13:22
Hóast mótmælini, so halda ætlanirnar um at byggja nýggju kirkjuna á Argjum fram.
Tað sigur forkvinnan í kirkjuráðnum á Argjum, Sólrun Gleðisheygg.
Kirkjuráðið hevur fingið prinsipielt byggiloyvi frá kommununi, og fyri tveimum vikum síðani var loyvið frá Yvirfriðingarnevndini endurnýggjað.
Einasta loyvið, sum nú manglar, er endaliga loyvið úr Mentamálaráðnum.
Tað arbeiðið er farið í gongd, og kirkjuráðið bíðar nú eftir nærri boðum úr Mentamálaráðnum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV