- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sambandsflokkurin vitjar kjarnorkuverk í Danmark

Tingbólkurin hjá Sambandsflokkinum fer til Danmarkar í dag at vitja eitt rættiliga nýtt kjarnorkuverk, sum framleiðir orku.
Helgi Abrahamsen, formaður í tingbólkinum, sigur, at eingin ítøkilig ætlan er at fara undir at nýta kjarnorku í Føroyum, men at vitjanin á kjarnorkuverkinum bara er ein partur av tí, sum er á skránni.
Johan Dahl, løgtingsmaður, hevur ynskt at fáa vitjanina á skránna.
Raðfestir landsstýrið
Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, Magnus Rasmussen, verður ikki við á ferðini til Danmarkar. Hann sigur, at hann raðfestir arbeiðið í landsstýrinum. Hann sigur eisini, at kjarnorka er ikki tað, sum liggur fremst, tá ið arbeitt verður við orku í Føroyum.
Tinglimirnir hjá Sambandsflokkinum, sum vera við, eru Johan Dahl, Helgi Abrahamsen, Edva Jacobsen, Frimodt Rasmussen og Jaspur Langgaard.
Løgmaður eisini við
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, verður við ein part av túrinum. Hann skal eisini á fund við Nato-aðalskrivaran, Jens Stoltenberg.
Tingbólkurin hjá Sambandsflokkinum kemur aftur til Føroya fríggjadagin.