- Tíðindi, mentan og ítróttur
Birita komin í flotan
Birita kom á Havnina í nátt.
Birita er norska skipið Havfisk, sum smápartafelagið Gráastein hevur keypt til vinnuligar royndir og verkætlanir.
Felagið hevur fingið kvotur av uppsjóvarfiski.
Birgir Lu:tzen í Gráasteini var sjálvur skipari, tá Birita fór úr Ålesund til Føroya.
Hann letur væl at skipinum.
Sjaskveður
Tá teir fóru úr Ålesundi, var vindmegin 35 m/sek. Og sjaskveður var allan vegin til Føroya.
Talan er eisini um eitt gott skip, sigur Birgir Lútzen.
Hóast skipið er bygt í 2000, svarar skipið til eitt sjey-átta gamalt skip, tí norsku uppsjóvarskipini vera so lítið brúkt.
Birita liggur nú í Havn. Birgir Lu:tzen vónar, at teir kunnu fara til fiskiskap í næstu viku.