Trý føroysk ross brúkast til kynbótaarbeiði

Trý føroysk ross brúkast til kynbótaarbeiði
250.000 kr. eru settar av næsta ár til at betra korini hjá hesum rossunum, og eitt fólk verður sett parttíð
Í fyrsta lagi er neyðugt at fáa føroyska rossið góðkent sum serligt rossaslag, sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, í svari til Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu.
 
08.11.2021 - 09:09

Búnaðarstovan hevur keypt trý føroysk ross. Rossini skulu brúkast til kynbótaarbeiði. 

250.000 kr. eru settar av næsta ár til at betra korini hjá hesum rossunum.

Eitt fólk skal setast parttíð til hetta arbeiðið.

Tað sigur Magnus Rasmussen, landsstýrimaður, í svari til Bjørt Samulsen, tingkvinnu, sum spurdi um føroyska rossið.  

Hann sigur, at Umhvørvis- og Vinnumálaráðið og Heilsufrøðiliga starvsstovan fyrireika lógarbroytingar, so føroysk ross kunnu útflytast. 

94 føroysk ross

Talan er um rúgvusmikið arbeiði, sum væntandi fer at taka drúgva tíð, sigur Magnus Rasmussen. 

Í fyrsta lagi er neyðugt at fáa føroyska rossið góðkent sum serligt rossaslag.

Spurningurin er, um rossastovnurin er nóg stórur at verða góðkendur. Hetta verður kannað í løtuni.

94 føroysk ross eru. Sambært FAO skulu aliryssurnar vera fleiri enn 1000, skal stovnurin ikki vera hóttur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Vælkomin heim Brandur
188924
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823