Søkja nú eftir stjóra til Dátueftirlitið

Søkja nú eftir stjóra til Dátueftirlitið
Katrin Thorsvig Hansen, sum er stjóri, er sett sum høvuðsákæri hjá løgregluni í Føroyum, og tí verður søkt eftir nýggjum stjóra
Dátueftirlitið søkir nú eftir nýggjum stjóra fyri Katrin Thorsvig Hansen, sum er sett sum høvuðsákæri
Mynd: Savnsmynd  
 
05.11.2021 - 14:15

Løgmansskrivstovan søkir nú eftir stjóra til Dátueftirlitið.

Katrin Thorsvig Hansen, sum er stjóri, er sett sum høvuðsákæri hjá løgregluni í Føroyum. 

Hon tekur við tí starvinum 1.februar 2022.

Katrin Thorsvig Hansen tók við stjórastarvinum í Dátueftirlitinum 1.mars í ár.

Men fyri tann dag var hon virkandi stjóri í nakrar mánaðir.

Dátueftirlitið er í eini broytingartíð, tí nýggj dátuverndarlóg kom í gildi 1.januar 2021. 

Uppgávan hjá Dátueftirlitinum er at umsita dátuverndarlógina.

Á stovninum arbeiða seks fólk.

Freistin at søkja um stjórastarvið í Dátueftirlitinum er 23.november.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. februar
Góðan morgun Føroyar
187295
Týsdag 4. februar
Morgunlestur týsdagur 4.februar 2025
186653
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109