- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stýrið fyri Bústaðir er nú arbeiðsført
Almannamálaráðið hevur góðtikið frágreiðingina, sum Andras Róin, stjóri í Bústøðum, og Anna Maria Joensen, stýrisforkvinna, hava gjørt um støðuna í Bústøðum.
Tað stendur í skrivi, sum Almannamálaráðið hevur sent Bústøðum í gjár.
Í frágreiðingini siga stjórin og stýrisforkvinnan, at stýrið hevur verið óarbeiðsført síðani miðskeiðis í september, av ósemju millum fyrrverandi stýrisformannin, Regin Hammer, og stjóran, Andras Róin.
Niðurstøðan í frágreiðingini er:
- at stýrið nú er arbeiðsført eftir at tað er umskipað,
- at útlit nú eru fyri góðum samstarvi í stýrinum, millum stýrið og stjóra og umsitingina í framtíðini,
- og at Almannamálaráðið ger ikki meira við málið.