- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fegnast um, at Grønland tekur undir við París-avtaluni
Fegnast um, at Grønland tekur undir við París-avtaluni
Hetta er eitt stórt stig fyri ríkisfelagsskapin, sigur Mette Frederiksen, forsætisráðharri

Mute B. Egede, landsstýrisformaður í Grønlandi, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri.
Mynd: RitzauScanpix
03.11.2021 - 09:50
Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, fegnast um, at Grønland vil gerast partur av Pars-avtaluni.
Tað er heimsumfevnandi veðurlagsavtalan hjá ST.
- Hetta er eitt stórt stig fyri ríkisfelagsskapin og sera, sera týdningarmikið fyri globalu ætlanirnar viðvíkjandi veðurlagnum, sigur Mette Frederiksen sambært grønlendska kringvarpinum KNR.
Grønlendski landsstýrisformaðurin, Mute B. Egede, hevur á COP26-veðurlagstoppfundinum, sum er í Glasgow í hesum døgum, alment boðað frá, at Grønland vil gerast partur av París-avtaluni.
- Vit í Arktis merkja veðurlagsbroytingar skjótari enn restin av heiminum. Vit vilja taka okkara part av ábyrgdini, sigur Mute B. Egede.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV