- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eysturoyartunnilin: 143 færri bilar um dagin í oktober
143 færri bilar koyrdu í Eysturoyartunlinum um dagin í oktober enn í september.
Í oktober koyrdu í miðal 4.617 bilar í tunlinum hvønn dag. Í september var talið 4.760.
Tað sæst í hagtølunum á heimasíðuni tunnil.fo.
Ferðslan vaks flestu mánaðirnar
Síðani tunnilin 11. januar fór at taka gjald fyri at koyra, er miðalferðslan vaksin flestu mánaðirnar. Í februar koyrdu 3.921 bilar ígjøgnum um dagin. Talið er síðani vaksið, men í apríl, juli, august og nú í oktober er talið minkað aftur.
4.042 bilar koyrdu millum Eysturoynna og Streymoynna í oktober, og 575 bilar koyrdu millum eystara og vestara arm á Skálafjørðinum.
Færri bilar eisini í hinum tunlunum
Í Vága- og Norðoyartunlinum minkaði ferðslan eisini. Í Vágatunlinum koyrdu 71 færri bilar, 2.780 í september og 2.709 bilar í oktober.
Í Norðoyatunlinum minkaði ferðslan enn meira, úr 4.267 bilum í september niður í 3.909 í oktober.