- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin umsókn um stuðul til kirkjubygging
Eingin umsókn um stuðul til kirkjubygging
Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur svarað Djóna Nolsøe Joensen, løgtingsmanni

Landið hevur heimild at stuðla kirkjubygging, men í løtuni er eingin umsókn um stuðul
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
03.11.2021 - 09:15
Landið hevur onga umsókn um stuðul til at byggja kirkju.
Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður, sum hevur svarað Djóna Nolsøe Joensen, løgtingsmanni, sum spurdi um landskassastuðul til at byggja kirkjur.
Men ein umsókn um at geva endaligt loyvi til at byggja kirkju hevur verið til viðgerðar í Mentamálaráðnum síðani 20.august.
Henda umsókn var eisini viðgjørd 3.mars.
Men viðgerðin steðgaði 23.apríl, tí Mentamálaráðið vildi hava meira at vita frá kirkjuráðnum.
Landið hevur lógarheimild til at stuðla kirkjubygging.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV