- Tíðindi, mentan og ítróttur
Veðurlagsráðstevnan: Skógurin í heiminum skal verjast

Skógurin í heiminum skal verjast betur.
Tað eru boðini frá fleiri enn 100 londum, sum eru umboðað á veðurlagsráðstevnuni í Glasgow. Tey fara at skriva undir eina avtalu um at gevast við at oyða skógirnar fyri 2030, og í staðin fara undir at planta nýggjan vøkstur.
Tað er bretska stjórnin, sum boðar frá semjuni, sambært DPA og BBC.
85 prosent við
85 prosent av skógarøkinum kring heimin eru við í avtaluni, og semja er um millum londini um at lata 8,75 milliardir pund av almennum pengum til ætlanina og 5,3 milliardir pund av privatum pengum, ella tilsamans 123 milliardir kr.
Fyrr eru gjørdar avtalur um at verja skógin kring heimin, m.a. í 2014, men higartil er einki víst í verki, og nógvur skógur verður framvegis høgdur niður, so landbúnaðarøki fáast til vega.
Munurin hesaferð er kortini tann, at stóru londini, ES, USA og Kina er millum teirra, sum taka undir við ætlanini, saman við londunum, har nógvur skógur er, skrivar The Guardian.