Smyril Line hevur stovnað nýggja farmarutu millum Ísland, Føroyar og Holland.
Akranes fer at sigla millum Thorlakshøfn í Íslandi, Havnina og Rotterdam í Hollandi.
Akranes siglir úr Íslandi mikukvøld og úr Føroyum hóskvøld, og síðani gongur leiðin beinleiðis til Rotterdam. Komið verður til Rotterdam leygardag seinnapart, og farið verður úr Rotterdam leygarkvøld beinleiðis aftur til Íslands, hagar komið verður mikumorgun.
Fleiri útflutningsmøguleikar
Nýggja farleiðin við Akranes hevur við sær, at íslendskir og føroyskir útflytarar fáa nýggjar útflutningsmøguleikar við fráferðum mikukvøld úr Íslandi og hóskvøld úr Havn beinleiðis til Evropa, sigur Smyril Line.
Farleiðin við Akranesi letur eisini upp fyri nýggjum møguleikum hjá íslendskum innflytarum.
Ætlanin er, at fyrsta fráferðin við Akranesi verður úr Rotterdam 20. november.
Akranes hevur verið í farmaflotanum hjá Smyril Line síðani desember í 2019.