- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hakin settur í til vindmyllurnar í Flatnahaga
Í dag var farið undir arbeiðið at gera nýggja vindmyllulund í Flatnahaga við Havnina.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, setti hakan í á middegi. Arbeiðið skal verða liðugt næsta heyst.
Seks Enercon-vindmyllur skulu setast upp. Hvør mylla er 3 MW.
Orka til 13.000 húsarhald
Vindmyllurnar fara at framleiða tað, sum svarar til 16 prosent tí, sum SEV framleiðir um dagin. Tað svarar til orkunýtsluna hjá 13.000 húsarhaldum.
Tórshavnar kommuna leigar lendið til P/F Flatnahaga.
J&K Petersen fer nú undir at gera fundamentini, og ætlanin er, at vindmyllurnar standa upp næsta summar. Næsta heyst fara vindmyllurnar at framleiða streym.
Heðin Mortensen, borgastjóri, loysti fyrsta flagið til vindmyllulundina í Flatnahaga. (Mynd: Ólavur Frederiksen, Tórshavnar kommuna)
Eisini orkudeildin á Umhvørvisstovuni var umboðað í Flatnahaga, tá hakin var settur í. (Mynd: Ólavur Frederiksen, Tórshavnar kommuna)