- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fimm vilja vera leiðari á ítróttarháskúlanum
Fimm vilja vera leiðari á ítróttarháskúlanum
Guðmundur Joensen fór frá sum leiðari í summar
02.11.2021 - 13:58
Fimm umsóknir komu til starvið sum leiðari fyri ítróttarháskúlan í Suðuroy.
Umsóknarfreistin var á middegi í gjár.
Guðmundur Joensen fór úr starvinum sum leiðari á skúlanum í juni í ár. Hann hevði tá verið leiðari, síðani skúlin byrjaði fyri fimm árum síðan.
Stýrið fyri ítróttarháskúlan í Suðuroy fer nú at viðgerða innkomnu umsóknirnar. Dennis Holm, ið er stýrisformaður, veit ikki at siga, nær nýggi leiðarin verður settur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV