Kanna arbeiðssetningin hjá kanningarstjóranum

Kanna arbeiðssetningin hjá kanningarstjóranum
15 tingfólk í andstøðuni hava biðið um kanningarstjóra at kanna, hvussu Fiskimálaráðið hevur latið kvotur frá 2010 til nú
Umsitingin í løgtinginum skal kanna arbeiðssetningin, áðrenn løgtingsformaðurin setur kanningarstjóran.
 
01.11.2021 - 10:08

Løgfrøðingarnir í Løgtingsskrivstovuni kanna nú arbeiðssetningin, sum tingfólkini, sum hava biðið um kanningarstjóra, hava orðað.

15 tingfólk í andstøðuni hava biðið um kanningarstjóra at kanna, hvussu Fiskimálaráðið hevur latið kvotur frá 2010 til nú.

Løgtingsformaðurin skal seta kanningarstjóran.

Men fyrst skal umsitingin hjá løgtinginum kanna, um arbeiðssetningurin er í lagi.

Umsitingin skal eisini gera tilmæli um kanningarstjóra.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Vælkomin heim Brandur
188924
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823