- Tíðindi, mentan og ítróttur
Korona: Fáa dagpening fyri at vera heima hjá børnum

Lógaruppskotið um dagpengar til fólk, sum noyðast at vera heima, tí børn teirra hava koronu ella eru í sóttarhaldi, kom í løgtingið í gjár.
Endamálið er at minka avleiðingarnar av koronu hjá privatu vinnuni og foreldrum, sum hava børn yngri enn 14 ár í sóttarhaldi eftir tilmæli hjá heilsumyndugleikanum, ella børn, sum hava koronu, og tí noyðast at vera heima.
Tey fáa nú sambært lógaruppskotinum dagpengar. Annað foreldrið fær dagpengarnar.
Lógarbroytingin skal virka frá 15.september.
Dagpengarnir eru í mesta lagi 972 kr. um dagin.
Fólk, sum eru heima í tvær vikur, fáa 9.700 kr. í dagpengum, hava tey rætt til 972 kr. um dagin.
Korona kostaði frá 1.januar til 1.september landskassanum 2,2 mió. kr. í dagpengum, upplýsir Almannamálaráðið.