Joe Biden á ferð í Evropa

Joe Biden á ferð í Evropa
Í dag hitti amerikanski forsetin pávan í Rom, og mánadagin fer hann á veðurlagsráðstevnuna í Glasgow
Joe Biden, forseti, hitti Frans páva í Vatikaninum í dag.
Mynd: RitzauScanpix  
 
29.10.2021 - 15:18

Amerikanski forsetin, Joe Biden, er í Evropa í hesum døgum. 

Í nátt lendi Joe Biden í Rom, har hann í dag hevur vitjað Frans Páva í Vatikaninum. 

Joe Biden er sjálvur katolikkur. Hann takkaði pávanum fyri at hjálpa teimum fátøku og teimum svongu, og fyri at vera undangongumaður í stríðnum at steðga veðurlagsbroytingum.

Seinni í dag skal Biden hitta franska forsetan, Emmanuel Macron, sum eisini er í Rom.

Teir báðir skulu slætta sjógvin sínamillum, eftir at Avstralska stjórnin gjørdi samstarvsavtalu við amerikanarar heldur enn fransmenn um nýggjar kavbátar.

Leygardagin og sunnudagin hittast G20 londini í Rom fyri at kjakast um veðurlagsbroytingar og orkukreppuna.

Og mánadagin fer Joe Biden á veðurlagsráðstevnuna COP26 í Glasgow.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791