800.000 kr. afturat til langhylin í Havn

800.000 kr. afturat til langhylin í Havn
Arbeiðið við langhylinum í Havn varð herfyri steðgað, og í kvøld skal býráðið í Havn taka støðu til, um 800.000 kr. afturat skulu játtast til langhylin
800.000 kr. skulu játtast afturat til langhylin í Havn, fyri at betra um umstøðurnar
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.10.2021 - 07:37

Býráðið í Havn skal í kvøld viðgera eitt uppskot um at játta 800.000 kr. til uppskot og kostnaðarmeting um einfaldari takkonstruktión, brúsu- og umklæðingarrúm og bilpláss í sambandi við langhylin.

Hesi arbeiði eru ikki við í fíggingini, sum nú er.

Mett verður neyðugt at fáa hesar verkætlanir neyvari greinaðar og kostnaðarmettar, so tær kunnu verða fíggjaðar og klárar at taka í nýtslu í seinasta lagi samstundis sum langhylurin er liðugur. 

Býráðið skal í kvøld viðgera eitt uppskot um at heita á ráðgevan hjá kommununi um at gera uppskot og kostnaðarmetingar og játta 800.000 kr. til endamálið.

 

Betri umstøður

Býráðið vil eisini hava uppskot um, hvussu umstøðurnar og tilboðini í langhylinum til barnafamiljur kunnu betrast.

Semja er ikki í býráðnum, tí uppskotið kemur frá meirilutum í Mentamálanevndini og Fíggjarnevndini.

Minnilutin sigur seg atkvøða blankt.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946