- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samleikin eitt ár: Hevur fleiri enn 27.500 brúkarar
Í dag er eitt ár liðið, síðani Samleikin og Vangin vóru tikin í nýtslu, og føroyingar hava tikið væl ímóti talgildu loysnunum.
Samleikin hevur fleiri enn 27.500 brúkarar, í aldrinum 15 til 94 ár, um alt landið.
Áhugin fyri at gerast partur av Vanganum er stórur. Nógvir stovnar og fyritøkur eru farnar undir at menna tænastur á Vanganum.
Av kommunum er tað í løtuni Tórshavnar kommuna, sum er umboðað á Vanganum, men Talgildu Føroyar samstarva við 19 aðrar kommunur og øll sjey eldrasamstørvini, sum fara at leggjast aftrat Vanganum um ikki alt ov langa tíð.
Fleiri tænastur í framtíðini
Í framtíðini verður Samleikin enn størri partur av talgilda gerandisdegnum hjá føroyingum, tá ið fleiri talgildar tænastur fara at brúka Samleikan.
Føroysku peningastovnarnir hava boðað frá, at teir fara at brúka Samleikan sum innritan til netbankarnar tíðliga næsta ár, og í næstum verður Samleikin góðkendur í Danmark, soleiðis at føroyingar í komandi ári kunnu brúka Samleikan at innrita í danskar tænastur.
- Í Talgildu Føroyum hava vit í dag eitt dugnaligt og sterkt toymi, sum er klárt at taka móti nýggjum avbjóðingum at flyta Føroyar enn longri fram á talgildingarleið sigur Nicolai Balle, verkætlanarstjóri í Talgildu Føroyum.
Nicolai Balle, verkætlanarleiðari, tá Talgildu Føroyar vóru tiknar í nýtslu fyri einum ári síðani.