- Tíðindi, mentan og ítróttur
Noyðast at stevna eftir endurgjaldi

Tey, sum halda, at tey eiga at fáa kvotu frá Fiskimálaráðnum, men ikki fingu kvotu, kunnu ikki kæra hesa avgerð.
Einasti møguleiki, tey hava, er at stevna Fiskimálaráðnum eftir endurgjaldi.
Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í svari til Høgna Hoydal, løgtingsmann.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum kann koyrast frá, men tað kunnu bara løgmaður ella meirilutin í løgtinginum gera.
Bara løgtingið kann avgera, um landsstýrisfólk skulu fyri nevningating við kravi um revsing ella endurgald.
Byrja í løgtinginum
Vanliga byrja slík mál í løgtinginum við niðurstøðu hjá Løgtingsins umborðsmanni ella Landsstýrismálanevndini.
Er rímilig grund til at halda, at lógarbrot er framt, verður farið víðari til kanningarstjóra, sigur løgmaður.
Løgmaður tekur sær av agamálum móti aðalstjóranum í Fiskimálaráðnum, og aðalstjórin hevur agamálini móti starvsfólkum í Fiskimálaráðnum, stendur í svarinum.
Einki bendir á, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur gjørt nakað ólógligt, tá kvoturnar til vinnuligar royndir og verkætlanir vóru latnar, svarar løgmaður eisini.