- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flúgva ikki til New York í ár
Flúgva ikki til New York í ár
Atlantsflog hevur nú 80 prosent av ferðafólkatalinum, sum var í 2019
27.10.2021 - 11:45
Atlantic Airways hevði fingið øll loyvi, og ætlanin var at flúgva til New York í fjør vár, men so kom korona.
Síðani tá hevur ætlanin um New York ligið, meðan roynt verður at fáa flúgvingina í Evropa at rigga aftur.
Og tað gongur framá, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways. Nú er felagið uppi á 80 prosentum sammett við 2019.
Um New York er einki greitt enn, annað enn, at hagar verður ikki flogið í ár.
Kunngjørt verður ikki um flúgvingina til New York, fyrr enn ferðir hagar verða lýstar til sølu, sigur Jóhanna á Bergi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV