Løgtingið skal í dag atkvøða um Fámjinsbergholið og innkomuvegin í Havn

Løgtingið skal í dag atkvøða um Fámjinsbergholið og innkomuvegin í Havn
Í dag verður greitt, um samgongupolitikararnir úr Norðoyggjum og Vágum veruliga fara at seta ókeypis koyring í tunlunum fram um Fámjinsbergholið og innkomuvegin í Havn
Samgongupolitikarar í Norðoyggjum og í Vágum vilja hava ókeypis koyring í Norðoyatunnlinum og Vágatunnlinum, áðrenn teir atkvøða fyri eitt nú nýggja innkomuvegnum í Havn
Mynd: Savnsmynd  
 
26.10.2021 - 07:06

Í dag skal løgtingið atkvøða um Fámjinsbergholið og uttara ringvegin, innkomuvegin, í Havn.  

Tríggir politikarar í samgonguni, Steffan Klein Poulsen, Beinir Johannesen og Rósa Samulesen, halda, at løgtingið eigur at bíða við at avgreiða lógaruppskotini um innkomuvegin og Fámjinsbergholið, til partafeløgini Vágatunnilin og Norðoyatunnilin eru strikað sum partafeløg, og tað er blivið ókeypis at koyra í hesum tunlum.

Tey taka undir við kravinum hjá feløgunum hjá Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Miðflokkinum í Norðoyggum og Vágoynni um alt fyri eitt at strika partafeløgini, sum reka Vágatunnilin og Norðoyartunnilin. 

1485605

 

Fíggjarnevndin er samd

Tað er kjakið um, hvussu Suðuroyartunnilin skal fíggjast, sum fekk tey fimm lokalfeløgini at gera vart við seg.

Full semja var í Fíggjarnevndini, tá hon skrivaði álit um tey bæði uppskotini hjá landsstýrinum um bergholið til Fámjins og innkomuvegin í Havn.

Fíggjarnevndin tekur einmælt undir við báðum málum.

 

Tríggjar atkvøðugreiðslur

Tríggjar aðrar atkvøðugreiðslur eru á dagsskránni hjá løgtinginum í dag.

Atkvøðast skal um filmsgrunn, stórhøll og starvsfólkatímar í dagstovnum.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823