Fíggjarnevndin vil lata stuðul til innkomuvegin

Fíggjarnevndin vil lata stuðul til innkomuvegin
Tað, sum er eftir at gera av vegnum, verður mett at kosta 288 mió. kr. Stuðulin frá landinum verður 110 mió. kr.
Fíggjarnevndin tekur undir við uppskotinum at lata Tórshavnar kommunu 110 mió. kr. í stuðli til innkomuvegin til Havnar.
 
22.10.2021 - 09:19

Hóast ivi er sáddur um nýggja ringvegin í Havn, innkomuvegin, er Fíggjarnevndin hjá løgtinginum samd um, at landið skal lata 110 mió. kr. í stuðli til vegin.

Ivin er um, antin vegurin skal verða landsvegur við fáum íbindingum ella kommunalur vegur við íbindingum til býarpartar.

Landsverk sigur, at landið eigur at vera vegarmyndugleiki,  Tórshavnar kommuna vil hava vegarmyndugleikan.

Vegurin er mettur at kosta 288 milliónir, tað er tað, sum er eftir at gera.

Hava brúkt 35 mió. kr.

Higartil hevur landið brúkt 35 milliónir, og partafelagið P/F Eystur- og Sandoyartunlar skal brúka upp í 30 mió.kr. til vegin.

Hesar milliónirnar eru ikki við í teimum 288 milliónunum, so vegurin er mettur at kosta 355 mió. kr.

Landsstýrið hevur við at tinglýsa avtaluna við Tórshavnar kommunu um vegin til 1.januar 2046 tryggjað sær, at fáar ferðsluforðingar verða, so hámarksferðin kann haldast.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823