Laschet leggur frá sær

Laschet leggur frá sær
CDU ásannar, at flokkurin hevur mist stjórnarvaldið í Týsklandi
Armin Laschet ætlaði at gerast samveldiskanslari í Týsklandi, men flokkur hansara hevði stóra afturgongd á valinum herfyri.
 
17.10.2021 - 15:02

Armin Laschet, sum var kanslaraevni hjá CDU til valið í Týsklandi, vil hava flokkin endurnýggjaðan, og hann vil eisini nýggja floksleiðslu.

Tað segði hann á eini røðu á landsfundinum hjá ungdómsfelagsskapinum hjá CDU.

Samstundis leggur Armin Laschet frá sær sum forsætisráðharri í landspartinum Nordrhein-Westfalen. Tað hevur alla tíðina verið ætlanin. 

Samráðast um nýggja stjórn

Í hesum døgum sita sosialdemokratarnir, SPD, í samráðingunum við Tey grønu og Fríu demokratarnar um eina samgongustjórn. Spyrst ein samgonga burturúr, er mest sannlíkt, at leiðarin í SPD, Olaf Scholz, verður nýggjur samveldiskanslari.

CDU stendur til at missa valdið eftir søguliga vánaliga valið hjá flokkinum. Angela Merkel, samveldiskanslari, sum eisini hevur verið leiðari í CDU, hevur havt stjórnarvaldið í 16 ár. 

CDU fekk 24,1 prosent av atkvøðunum á valinum. Sosialdemokratarnir gjørdust størsti flokkur við 25,7 prosentum av atkvøðunum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878