Nýtt uppskot um frádrátt fyri negativa rentu

Nýtt uppskot um frádrátt fyri negativa rentu
Eingin ætlan er í Fíggjarmálaráðnum um, at vanlig fólk kunnu draga negativa rentu av innlánum frá í skattinum
Fíggjarmálaráðið hevur gjørt uppskot við neyvlýsingum, so eingin ivi er um, hvussu vinnan kann draga negativa rentu frá.
 
13.10.2021 - 09:09

Tá uppskotini um broytingar í skattalógunum, sum skulu hjálpa vinnuni, nú negativ renta er, skuldu í tingið í vár, vóru tey ikki til hoyringar, tí skotbráið hjá Fíggjarmálaráðnum var so stutt.

Síðani er komin undan kavi ivi um, hvussu broytingarnar skulu skiljast.

Hetta hevur fingið Fíggjarmálaráðið at gera uppskot um broytingar í kapitalvinningsskattalógini, sjálvari skattalógini og lógini um stuðul til rentuútreiðslur av lánum.

Fíggjarmálaráðið vónar, at við hesum broytingum og neyvlýsingum er eingin ivi longur um, hvussu vinnan kann draga frá negativa rentu.

Og hesa ferð er lógaruppskotið sent til hoyringar í hálvan mánað, frá 1. til 15.oktober.

Eingin ætlan er í Fíggjarmálaráðnum um, at vanlig fólk kunnu draga negativa rentu av innlánum frá í skattinum.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. mars
Morgunlestur hósdagur 6. mars 2025
188661
Mikudag 5. mars
Mono - Føroyskar perlur (4:4)
188711
Mikudag 5. mars
Skratsj 5. mars 2025
188706
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717
Mikudag 5. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188681