- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skal eisini vera ókeypis at koppseta børn
Skal eisini vera ókeypis at koppseta børn
Biðið verður um tvær milliónir kr. á uppskotinum um eykajáttanarlóg
08.10.2021 - 08:28
Børn millum tvey og seks ár skulu nú eisini fáa ókeypis koppseting fyri beinkrím, influensu.
Fólk, sum eru 67 ár ella eldri, og ávísir sjúklingabólkar og starvsfólkabólkar kunnu fáa hesa koppseting fyri einki longu nú.
Men kunngerðin skal broytast, so tilboðið um ókeypis koppseting eisini umfatar børn og nakrar sjúklingabólkar og starvsfólkabólkar aftrat.
Biðið verður um tvær milliónir krónur til hetta í uppskotinum um eykajáttanarlóg, sum kom í gjár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV