Stórar ábøtur á Múlavegin kosta 52 mió. kr.

Stórar ábøtur á Múlavegin kosta 52 mió. kr.
Hálv millión er játtað til vegin í ár
Frimodt Rasmussen, løgtingsmaður, hevur fingið svar frá Jørgeni Niclasen um Múlavegin.
 
05.10.2021 - 11:27

Kostnaðarmetingin fyri vegin til Múla er 52 mió.kr. 

Hetta stendur í svari, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur givið Frimodti Rasmussen, løgtingsmanni, um Múlavegin.

Í samferðsluætlanini fyri 2018-2030 verður mælt til at gera vegakslar fram við vegnum, fleiri víkipláss, bilverju og at asfaltera allan vegin. 

Hetta verður mett at kosta 52 mió.kr.

Múlavegurin er sjey kilometrar langur. Hann varð gjørdur í áttatiárunum

Í ár eru játtaðar 500.000 kr. til vegin. Tær eru brúktar til ábøtur, bilverju og annað.

Múlavegurin er einasti landsvegur, sum ikki allur er asfalteraður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878