Reiðarí: Alt kemur upp á pláss áðrenn 18. oktober

Reiðarí: Alt kemur upp á pláss áðrenn 18. oktober
Ango og Gráastein fingu ikki nøgdirnar, tey søktu Fiskimálaráðið um, og hartil kravdu fíggingarstovnarnir 12 ára kvotur.
 
04.10.2021 - 18:59

Í umsóknini til Fiskimálaráðið vóru feløg biðin um at upplýsa "ynskiliga nøgd" og "minsta nøgd" fyri at verkætlanin skal hanga saman fíggjarliga.

Ango søkti um 5000 tons av makrelkvotu, 7000 tons av sildakvotu og 12.000 tons av svartkjaftakvotu. Sambært teirra umsókn var minsta nøgd 3900 tons av makreli, 5400 tons av sild og 9500 tons av svartkjafti um árið í fimm ár. Gráastein søkti um 6000 tons av makreli, 6000 tons av sild og 18.000 tons av svartkjafti. Sambært teirra umsókn var minsta nøgd 4000 tons av makreli og sild og so 12.000 tons av svartkjafti fyrsta árið, og síðani kann minsta nøgd fara niður í 3000 tons av makreli og sild árini eftir.

Fyri Ango er henda sonevnda ”minsta nøgd” tí størri enn tað, felagið fekk útlutað úr Fiskimálaráðnum. Fyri Gráastein er tó størri samsvar millum "minstu nøgd" og tillutaða kvotu úr Fiskimálaráðnum.

Sp/f Ango og sp/f Gráastein fáa hvør tillutað 3007 tons av makrelkvotu, 4162 tons av norðhavssild og 9480 tons av svartkjaftakvotu. Bæði feløg fáa tó eina eingangs-kvotu afturat - tey fáa óbrúktar kvotur frá í fjør av øllum trimum fiskasløgum. Ítøkiliga er talan um 1966 tons av makrelkvotu, 3412 tons av norðhavssild og 844 tons av svartkjaftakvotu til hvørt felag.

Fíggingarstovnar kravdu 12 ára kvotu

Sambært avmarkaða innlitinum, ið fæst í málið, hava fíggingarstovnarnir í báðum førum - tað vil siga hjá Ango og Gráasteini - játtað fígging við tí treyt, at feløgini fáa 12 ára loyvi. Tað fáa feløgini ikki, tí sambært grein-49 í sjófeingislógini verða kvoturnar latnar fyri eitt ár í senn. Kvoturnar verða endurnýggjaðar, um treytirnar eru hildnar. Og eftir fimm árum kann landsstýrismaðurin leggja tær um til varandi kvotur.

Hóast feløgini, og teirra fíggingarstovnar, sostatt seta upp nakrar treytir, sum Fiskimálaráðið ikki kann bjóða teimum - so fáa feløgini kortini útskrivað kvotur.

Birgir Andreasen, sum umboðar Ango, sigur við Kringvarpið, at felagið klárar seg við teimum nøgdum, felagið hevur fingið tillutað, og at eitt skip er áveg. Øll viðurskifti eru komin uppá pláss, áðrenn 18. oktober, sigur hann.

Birgir Lútzen, sum umboðar Gráastein, sigur tað sama. Teirra verkætlan er tillagað, eitt skip verður útvegað - og alt er komið uppá pláss áðrenn 18. oktober.

Hvørgin teirra hevur fleiri viðmerkingar í løtuni.

Í tilsøgnunum til Ango og Gráastein um kvotu til vinnuligar royndir og verkætlanir sambært §49, stk.1, 2.pkt (ítøkiligt skipakeyp) skrivar Fiskimálaráðið, at feløgini skulu í seinasta lagi 18. oktober boða ráðnum frá, um tey lúka allar treytir. Eru treytirnar ikki loknar innan hesa freist, fellur tilsøgnin burtur.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982