Fyrireikaði drápsroynd móti hollendska forsætisráðharranum

Fyrireikaði drápsroynd móti hollendska forsætisráðharranum
Løgreglan í Hollandi hevur handtikið politikaran, Arnoud van Doorn, sum er limur í islamska Haag Eindarflokkinum, fyri at fyrireika drápsroynd móti Mark Rutte
Arnoud van Doorn
Mynd: bbc.com  
 
28.09.2021 - 17:44

Trygdartænastan hjá forsætisráðharranumm sigur, at Arnoud van Doorn, var handtikin sunnudagin, skrivar BBC.

55 ára gamli Arnoud van Doorn konverteraði í 2012 til islam og er formaður í politiska Haag Eindaflokkinum, sum er grundaður á islam. Áðrenn tað var hann limur í víðgongda Frælsisflokkinum hjá Geert Wilders.

Løgreglan hevur avhoyrt van Doorn, og hann var latin leysur í gjár. Sakførarin hjá van Doorn, Anis Boumanjal, sigur við BBC, at handtøkan er ólóglig, tí eingin rímiligur illgruni var.

Tíðindini um handtøkuna bórust, eftir at hollendskir miðlar í dag søgdu, at løgreglan stúrir fyri, at Mark Rutte, forsætisráðharri, kann verða burturfluttur, ella at rúsevna-harkalið leypa á hann. 

Ongar lívverjar

Hollendski forsætisráðharrin hevur higartil súkklað til arbeiðis uttan at hava lívverjar við sær. Men eftir at ein journalistur og ein advokatur, sum høvdu ein leiklut í revsimálinum móti Mocro-mafiuna, vóru myrdir, eru myndugleikarnir stúrnir fyri trygdini hjá forsætisráðharranum.

Rutte var spurdur um hetta, tá hann var til gongu á veg í parlamentsbygningin í Haag í gjár. Hann vildi hvørki vátta ella avsanna tíðindini og segði, at trygdarspurningar verða ikki viðgjørdir alment.

Mafia og brotsmenn

De Telegraaf skrivar, at serdeildir, sum vanliga hava trygdareftirlit við kongafamiljuni og útlendskum sendifólkum, nú skulu taka sær av trygdini hjá Mark Rutte.

M.a. skulu trygdarfólkini hava eftirlit við fólkum, sum hildið verður hava samband við Mocro-mafiuna, sum er mannað við brotsmonnum úr Marokko og Antillunum í Vesturindia.

Ákæruvaldið í Haag váttar, at van Doorn er handtikin og sigur, at kanningarnar í málinum eru ikki lidnar enn. Ein talsmaður sigur, at illgruni er um, at van Doorn hevur savnað inn upplýsingar til at fyrireika eina drápsroynd.

Kannaði ymiskt

Van Doorn var bert slakan tíma í Haag, so var hann handtikin, segði sakførari hansara. 

Hann sigur, at Doorn keypti keypti sær kaffi á eini kaffistovu, gjørdi onkrar kanningar á eini venjingarmiðstøð og gekk so framvið einum BMW-bili, sum skuldi vera ráðharrabilurin hjá Mark Rutte, skrivar BBC.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. desember
Jambalaja - 281224
185647
Leygardag 28. desember
Upp á tá - 271224
185644
Leygardag 28. desember
Morgunlestur leygardagur 28. desember 2024
185003
Fríggjadag 27. desember
TEMAPLÁTAN: 'The Montreaux Album', Smokie, 1978
185635
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. desember
Transformatión
185627
Fríggjadag 27. desember
Hon leyp á leistum
167984
Fríggjadag 27. desember
Veðrið
185616
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652