- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hægsti oljuprísur seinasta árið

Oljuprísurin hækkar nú aftur, og í morgun verður ein tunna av olju seld fyri 79,5 dollarar. Tað er hægsti prísurin síðani í oktober í 2018, tá prísurin eitt stutt skifti fór upp um 80 dollarar, eftir at USA hevði sett tiltøk í verk ímóti Iran, skrivar Aftenposten.
Roknað verður við eini orkukreppu í Evropa, tí lítið er til av gassi, og tað er uttan iva orsøkin til, at oljuprísurin hækkar.
Í Bretlandi eru flutningstrupulleikar av brennievni, og tað kann hava við sær, at brennievni verður skamtað, vísa norskar metingar.
Noreg forvinnur nógv
Hækkandi prísurin kemur væl við hjá Noregi, tí ikki síðani í 2008 hevur Noreg tjent so nógv upp á oljuna sum nú.
Í august útflutti Noreg olju fyri 32 milliardir kr., og tað er tað mesta síðani í 2008.
Prísurin á olju var 603 kr. fyri tunnuna í august, fyri einum ári síðani var prísurin 392 norskar krónur. Í norsku fíggjarlógini fyri í ár, verður mett, at prísurin fer at vera 578 kr.