- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ísland: verandi samgonga kann halda fram

Verandi samgonga hjá Katrín Jakobsdóttir kann halda fram eftir íslendska altingsvalið, sum varð hildið í gjár.
Endaliga valúrslitið er ikki greitt enn, men sum er stendur samgongan at fáa 38 av teimum 63 tingsessunum.
Sjálfstæðisflokkurin er framvegis størsti flokkur við 23,8 prosentum av atkvøðunum, sum gevur 17 tingsessir. Tað er ein fleiri enn til seinasta val.
Men stóri vinnarin er Framsóknarflokkurin, sum fær 17,5 prosent av atkvøðunum og fer úr 8 upp í 13 tingsessir.
Triði samgonguflokkurin, Vinstra-Grøni flokkurin hjá forsætisráðharranum Katríni Jakobsdóttir, fær sambært Morgunblaðnum 8 tingsessir, sum eru tríggir færri enn til seinasta val.
Tað er tó óvist, um samgongan millum hesar tríggjar flokkarnar fer at halda fram.
Átta flokkar eru valdir inn í Altingið. Umframt Sjálfstæðisflokkin, Framsóknarflokkin og Vinstra-Grøna flokkin eru teir Samfylkingin, Flokkur fólksins og Piratarnir, sum allir standa til at fáa 6 tinglimir, Viðreisn, sum fær tríggjar tinglimir, og Miðflokkurin, sum var størsti andstøðuflokkur, men sum nú allarhelst verður minsti flokkur í andstøðuni við tveimum tinglimum.
Hetta er sættu ferð síðani 2007, at íslendingar fara á val til Altingið. Tíðarskeiðið frá 2007 til 2017 vóru fimm altingsval, men hesaferð eydnaðist stjórnini við Katríni Jakobsdóttir á odda at sita alt valskeiðið.
Tað er tó ivasamt, um Katrín Jakobsdóttir fer at halda fram sum forsætisráðharri. Flokkurin hjá henni hevur sum tann einasti samgonguflokkurin afturgongd, og formaðurin í Sjálfstæðisflokkinum, Bjarni Bænadiktsson, er áhugaður í at gerast forsætisráðharri.