- Tíðindi, mentan og ítróttur
Val í Íslandi í dag
Val í Íslandi í dag
Flokkurin hjá Katrín Jakobsdóttir, forsætisráðharra fær sambært veljarakanningunum eitt vánaligt val

25.09.2021 - 10:25
Sjálfstæðisflokkurin stendur til at vinna altingsvalið í Íslandi ídag.
Sambært nýggjastu veljarakanningunum fær flokkurin 15 tinglimir.
Framsóknarflokkurin fær níggju tinglimir og gerst harvið næststørsti flokkur í Íslandi.
Flokkurin hjá Katrín Jakobsdóttir, forsætisráðharra - tey vinstra-grønu, fær sambært veljarakanningunum eitt vánaligt val. Flokkurin fer úr 11 niður í 7 tinglimir.
63 sessir eru í íslendska Altinginum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV