Italskir myndugleikar taka støðu til Puigdemont í dag

Italskir myndugleikar taka støðu til Puigdemont í dag
Fyrrverandi katalonski forsetin varð handtikin í gjárkvøldið, tá hann kom til Sardinia
Carles Puigdemont varð handtikin í Italia í gjárkvøldið.
 
24.09.2021 - 08:53

Fyrrverandi katalonski forsetin, Carles Puigdomont, varð handtikin í gjárkvøldið, tá ið hann lendi í Alghero í Sardinia,  fýra ár eftir, at hann flýddi úr Spania.

Ein dómstólur í Sassari í Sardinia fer væntandi seinni í dag at taka støðu til, um Puigdemont skal latast leysur ella latast Spania, har hann er skuldsettur fyri uppreistur og at eggja til uppreistur.

Hann flýddi úr Spania, eftir at ein spanskur grundlógardómstólur hevði staðfest, at fólkaatkvøðan í Katalonia í 2017 um loysing og fráboðanin um loysing vóru ólóglig. 

Puigdemont hevur búð í Belgia síðani.

Sambært sponskum miðlum, ger Italia eftir boðum frá spanska hægstarætti.

Misti órinið

Puigdemont var limur í ES-tinginum, men misti órinið í vár eftir eina atkvøðugreiðslu í ES-tinginum. Men løgfrøðiliga er málið ikki heilt avgreitt, skrivar AFP.

Tveir aðrir tinglimir, Antoni Comin og Claru Ponsati, eru eisini skuldsettir í málinum.

Níggju aðrir katalonskir politikarar og aktivistar, sum ikki fóru í útlegd, vórðu í 2019 dømdir harða fongsulsrevsing fyri m.a. at hava eggjað til uppreistur. Harðasta revsingin var 13 ára fongsul.

Hesi níggju fingu grið í juni.

Myndugleikarnir í Spania boðaðu tá frá, at landið áhaldandi fer at arbeiða fyri at Puigdemont skal takast og latast Spania. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859