Springaradrápið: Alt var tikið upp

Springaradrápið: Alt var tikið upp
500 fólk meldaðu til, og 50 bátar vórðu tilmeldaðir
1423 springarar doyðu í springaradrápinum sunnukvøldið, og alt var tikið upp, sigur sýslumaðurin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.09.2021 - 09:47

Tá avtornaði, og liðugt var at telja, doyðu 1423 springarar í Skálafirði sunnukvøldið.

Tá tey høvdu fingið, sum plaga at fáa, vóru 883 partar eftir at býta. Hvør partur var 266 sentimetrar.

500 fólk meldaðu til, og 50 bátar vóru tilmeldaðir.

Tað, sum var eftir, tá hvør hevði fingið sítt, fór til kommunur og stovnar í Eysturoynni og í Streymoynni. 

Spikið av springara verður vanliga ikki etið, men onkur ger royndir við tí kortini og letur væl at.

Tvøstið er gott. 

Sýslumaðurin sigur, at alt var tikið upp.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Týsdag 28. januar
Morgunlestur týsdagur 28.januar 2025
186651
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881