- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fýra tilburðir í gjár
Fýra tilburðir í gjár
32 fólk eru smittað í løtuni
14.09.2021 - 13:53
Í gjár vóru fýra nýggir tilburðir staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Í eina førinum er smittukeldan ókend, meðan smittuteldan er kend í hinum trimum førunum.
Í løtuni eru 32 smittað í Føroyum, og er tað sostatt óbroytt frá í gjár.
848 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið.
257 fólk eru í sóttarhaldi í løtuni.
Tveir triðingar eru koppsett
167 fólk vóru koppsett í gjár. Av teimum fingu 69 fólk fyrra prikið og 98 fólk fingu tað seinna.
Nú hava 37.352 fólk fingið fyrru koppsetingina, meðan 35.417 fólk eru liðugt koppsett.
Í prosentum hava 66,1 prosent av fólkatalinum fingið fyrra prikið og 69,7% eru liðugt koppsett-
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV