- Tíðindi, mentan og ítróttur
Næmingar við Løgmannabreyt farnir í sóttarhald
Næmingar í 2. flokki í Skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík eru farnir í sóttarhald í 10 dagar, eftir at ein næmingur varð staðfestur smittaður av koronu fríggjadagin. Avgerðin um sóttarhald er tikin í samráð við landslæknan.
Børnini í 2. flokki sleppa aftur í skúla 20. september.
Samstundis skulu lærarar lata seg kanna á fjórða degi, sætta degi og aftur 19. september, beint áðrenn tey fara aftur í skúla.
Eisini 1. og 3. flokkur
Fyri at binda um heilan fingur, hevur skúlaleiðslan heitt á 1. og 3. flokk um eisini at lata seg kanna beinanvegin, á fjórða og sætta degi.
Skúlaleiðslan heitir inniliga á allar næmingar skúlans, øll foreldur og onnur avvarðandi um at vera serliga varin næstu dagarnar.
Hevur næmingur sjúkutekin, ella ábending um sjúkutekin, verður hon/hann biðin um at vera við hús, og lata seg kanna alt fyri eitt.